- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíð og náttúra

Í Koltri er gamli býlingurin, Heima í Húsi, væl varðveiddur og hús og úthús eru umvæld og endurbygd. Náttúran í Koltri er serlig. Ein partur er høgur - Uppi á Oyggj - og eysturendin er lágur - Fjallið, sum er lægsta fjall í Føroyum. Vit dvøljast við Neystið, Norðuri í Gerði, á Eiðinum á, við Nónrók, á Fjallinum, oman fyri Tangan og Heima í Húsi.

Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.
Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

