Frítíð og náttúra

Ergidalur, svartfuglabann og laksafiskiskapur
24-09-2018
Summi verja náttúra, umhvørvi og fugl, men stundum má náttúran víkja.

Í Frítíð og náttúru hesuferð tosa vit við Johan Mortensen, íbirtara, um, hvussu eitt bryggjarí í Orknoyggjum letur pening til fuglaverndarfelag fyri at verja akurkrit, ella corncrake.

Finnbjørn í Hovi, sum hevur ferðamannafelagið Ergi, greiðir frá, at áhugin er stórur at vitja Vatnsnes og búgva í húsinum har. Men hann harmast um ætlanina at seta Ergidal undir í vatni í stóru ætlanini hjá SEV við pumpuskipan og vindmyllum.

Fuglafrøðifelagið heldur, at tað er eingin góð grundgeving fyri ikki at setta bann ímóti at veiða lunda og álku. Vit tosa við Jón Aldará, nevndarlim í Fuglafrøðifelagnum.

At enda vitjar Frítíð og náttúra Leynavatn, tá laksafiskari fær ein stóran laks á land. Vit tosa við Birgir Hansen og Mortan Carlsen.

Hetta er seinasta Frítíð og náttúra í summar.

Frítíð og náttúra

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.

Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

Reportasja frá 1987 frá einum ræningardegi oman eggja í Skúvoy, og frá einum túri við Fjallavatn og norður eggjar.
06-06-2024
Reportasja frá einum degi, tá skúvoyingar rændu lomvigaregg í juni 1987.
31-05-2024
Á turinum saman við Jógvani Gerðarlíð hava vit gingið um dalarnar og eru komin niðan á Lishøvda. Haðani ganga vit oman í Barm og síðani heim aftur um Skúvadal og Torvadal
31-07-2021
Túrurin um sunnara arm á Árnafirði er vakur og fjølbroyttur
31-07-2021
Gásadalsgøtan er ein spennandi bygdagøta. Eitt sindur tungt er at koma upp og nógvar sniðgøtur eru at ganga oman aftur í dalin.
31-07-2021
Í Suðuroy ery vit komin til Villingaberg og eru á Nøsini á Villingabergi. Í Fugloy eru vit á Klubbanum við Jóannesi og Zakariasi
31-07-2021
Tað er vakurt og stórsligið við Rituskor, Glyvraberg, Trøllagjógv, Glyvrabergsgjógv og Villingagjógv, har vit ganga í fyrra partinum á túrinum. og
31-07-2021
Vit ganga um Hælin og dvølja við gomlu toftirnar og bøin Úti á Hæli. Við Jógvani Joensen á Trøllanesi ganga vit túrin út á Eggjar
31-07-2021
Hestoyggin er sjáldsama vøkur, sjáldsom og fjøllbroytt í erva. Har eru vøtn, tjarnir og Heyggjar. Og so eru gjáirnar á suður-vestursíðuni
31-07-2021
Góð bygdagøta er millum Trongisvág og Nes í Hvalba
26-07-2021
Tá siglt verður runt Skúgvoynna, síggjast tey størstu lomvigabjørgini og -plássini í landinum. Á ferðini sigur Óla Jákup frá fugli, støðum og hendingum
17-07-2021
Túrurin niðan á Eystfelli er ein fittligur og vakur túrur. Útsýni er gott og av eggini síggjast m.a. Stapin og Sjúrðarberg
15-07-2021