Fyrsti løgmaður í heimastýrinum

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum - 2. partur
14-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.

Føringafelag og Føringatíðindi vóru komin á fallandi fót um 1900, og hóast Andras Samuelsen royndi at halda lív í teimum, hildu tey uppat.

Í august 1900 skrivar hann inniliga grein í Føringatíðindum um at hava sambandskenslur mótvegis øllum pørtum av ríkinum, eisini íslendingum.

Árið eftir verður Jóannes Patursson valdur til fólkatingsmann, og sama ár keypa Andras og Beate Lindenskov hús við Niels Finsensgøtu, har tey seta búgv.

Í 1906 eru Tilboðið frá donsku stjórnini og rúsdrekkamálið ovast á politisku dagsskránni.

Hesi málini hava við sær, at Oliver Effersøe fellur Jóannes Patursson á fólkatingsvalinum, og sama ár verður Sambandsflokkurin stovnaður.

Sjey ár seinni, í 1913, verður Andras Samuelsen valdur til fólkatingsmann.

Nógv stendur á føroyskum politikarum og donsku embætismonnunum í Føroyum undir fyrra heimsbardaga, m.a. orsakað av Adressumálinum.

Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum

Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður í føroyska heimastýrinum frá 1948 til 1950. Sendirøðin um Andras Samuelsen lýsir lívið hjá Andrasi frá tí, at hann verður føddur, til hann doyr í 1954. Samstundis er hon ein lýsing av teirri stremban og teimum stríðum, sum eru í samfelagnum hesi árini. 

Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.
21-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.
14-10-2025
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman
07-10-2025