- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti løgmaður í heimastýrinum

Hendan sendirøðin í trimum pørtum snýr seg um politikaran Andras Samuelsen, sum varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1906 og seinni gjørdist bæði fólkatingsmaður, landstingsmaður og floksformaður.
Í 1. parti frætta vit, at hann varð føddur í Haldórsvík í 1873. Tíðliga vísti drongurin góð evnir at skriva, og hesi evnini gjørdu, at hann seinni fekk starv hjá sýslumanninum í Havn, H. C. Müller.
Í Havn gjørdist Andras Samuelsen limur í Havnar Avhaldsfelag og Føringafelag, sum var komið eftir jólafundin í 1888, og eitt skifti var hann blaðstjóri á Føringatíðindum.
Eitt stríð um, hvussu føroyskt skuldi stavast, syndraði Føringafelag í 1896. Í hvør sínum parti í hesum stríði vóru Andras Samuelsen og Jóannes Patursson.
Hóast talan var um eitt málsligt stríð, var málstríðið ein fyriboðan um tann politiska klovning, sum kom í tjóðskaparrørsluna 10 ár seinni.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum
Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður í føroyska heimastýrinum frá 1948 til 1950. Sendirøðin um Andras Samuelsen lýsir lívið hjá Andrasi frá tí, at hann verður føddur, til hann doyr í 1954. Samstundis er hon ein lýsing av teirri stremban og teimum stríðum, sum eru í samfelagnum hesi árini.


