- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Eg sigi beiggjar - teir siga boyggjar.
Gestavertir hesa ferð eru Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen.
Tit hava sæð teir í sjónvarpinum í fýra vikur, har teir hava sjarmerað seg inn á tykkum, men nú sleppa teir sjarmerandi bygdamenninir, at loysa tykkara tvístøður.
Hvat skal ein genta gera, sum fjasast við einum drongi, ið hon ynskir, at fáa meira kontakt við? Hon ivast í, um hon fer at tykjast ov desperat, um hon skrivar fyrst, men hvat siga Svend og Heri?
Hvussu finnur ein sær mót, at ganga í teimum klæðunum, ein ynskir? Kann ein siga við vinkonuna, at hon ikki skal herma eftir sínum tattoveringum? Og hvat skal ein gera, sum hevur glett seg at ferðast við vinkonunum í longri tíð, men nú ikki hevur ráð, eftir at ferðin er vorðin dýrari? Hon hevur funnið bíligari ferðir, men eingin tekur undir við henni, og hvat er so at gera?
