- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Cola Zero vs Pepsi Max á Gentuvesinum
02-08-2024
P99
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað
Nú er nakað síðani at vit sendu beinleiðis úr Gentuvesinum frá Studio 4 - endiliga eru vit aftur!
Við okkum í dag eru Sunnvá Dahl Høgfeldt og Elinborg Pálsdóttir, ið eru til reiðar at loysa allar tykkara trupulleikar og venda tykkara spurningum.
Prátað verður millum annað um hjartasorg, sálarfrøðingar, nýggj hús, mistar røddir og sjálvsálit; tí hvat ger man um man ikki dugir at ''flirta''? Og nær skal man hava ''the talk''?

Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
Skal ein dama vita, hvørjum sjeikurin hevur verið í song við? Hvat ger mann, tá ið ein altíð viðmerkir, hvat mann hevur í matpakkanum? Og yvirtulka vit "likes"?
09-06-2023
Skal ein maður siga við damuna, at honum dámar væl at brúka blæu? Og hvat halda vit um "hot girl summer" og kettur?
31-05-2023
Fært tú eisini moralskar, tá ið tú hevur verið í býnum? Spyr man eina eksdamu, hvat hon er í holtur við, tá ið hon tosar niðrandi um ein? Og kann man taka "YOLO" ov langt?
24-05-2023
Er tað í lagi, at ikki bjóða stjóranum við í veitslu? Og hvat skal man gera, tá ið man er í parlagið við einum, sum hevur rúsevnistrupulleikar?
10-05-2023
Eru gentur ov desperatar, tá ið tær skriva fyrst ella er tað sjarmerandi? Og hvat skal ein genta gera, sum skal ferðast í summar við vinkonunum og ikki hevur ráð?
03-05-2023
Skal tú blandað teg, tá ið tú veitst um fólk, sum eru ótrúgv? Og hvat ger man, tá ið foreldrini skulu skiljast, og tú nú stendur við ov nógvari ábyrgd, tí tey ikki tosa saman?
19-04-2023
Kunnu tvey framvegis hava eitt sunt og gott parlag, tá ið daman hevur funnið eitt "sex tape" á telefonini hjá sjeikinum? Og kann man eiga eitt barnanavn?
12-04-2023
Fer tað yvir mørk at biða vinkonu sína, ið er fríbløðari, at hava bind í tá ið hon kemur til títt ball? Og hvat ger man, tá ið man hevur eina eftirnøvn tvístøðu?
04-04-2023
Er tað flóvisligt at biðja ekssjeikin um, at koma aftur við vibratorinum hann hevur stolið frá tær? Og hvussu skal man gera, um mátin man flirtar uppá, er at spæla kostbar?
29-03-2023
Skal ein velja dreymasjeikin ella dreymastarvið? Og er tað í lagið at 'ghosta'?
22-03-2023
Skal man altíð tosa um tað? Ella er best einki at siga, tá ið man hómar, at vermamma sín fann ein kassa við sexleikum í stovuni?
16-03-2023
