Gentuvesið

Cola Zero vs Pepsi Max á Gentuvesinum
02-08-2024
P99
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað

Nú er nakað síðani at vit sendu beinleiðis úr Gentuvesinum frá Studio 4 - endiliga eru vit aftur!

Við okkum í dag eru Sunnvá Dahl Høgfeldt og Elinborg Pálsdóttir, ið eru til reiðar at loysa allar tykkara trupulleikar og venda tykkara spurningum.

Prátað verður millum annað um hjartasorg, sálarfrøðingar, nýggj hús, mistar røddir og sjálvsálit; tí hvat ger man um man ikki dugir at ''flirta''? Og nær skal man hava ''the talk''?

Gentuvesið

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.

Hvat hevði tú gjørt, um tú fórt at slikka sól, og tú fann útav, at onkur hevði gjørt nummar tvey í skrellispannini, og tú fekst skyldina fyri hesum?
09-03-2023
Hvat ger man, tá ið sjeikurin ikki vil tosa um sínar kenslur? Hvussu er man ein góð vinkona, tá ið pápin at vinkonuni er sjúkur? Og kann man tvinga onnur at tosa um sorg?
01-03-2023
Hvat ger man um vinkonan hevur stolið tína troyggju, og nú sigur, at hon hevur fingið hesa troyggjuna frá ommu síni? Og skal man siga frá, tá ið nábúgvin larmar illa?
22-02-2023
Hvat ger man, um ein hárfríðkari hevur gjørt tað øvuta av tí, sum ein bað um? Og hvat skal ein gera, sum hevur ringt sjálvsálit- og virði?
15-02-2023
Kann man siga við vinkonuna, at hon ikki skal taka barnið við á vinkonuferð, tá ið man longu hevur bílagt flogferðaseðlar? Og hvat ger man, tá ið daman manifestar?
08-02-2023
Skalt tú siga við vermammu tína, at tað var tú, sum teknaði hina tekningina fyri átta árum síðan? Og hvussu veit man, um dreingir vilja ein ella ikki?
01-02-2023
Skal man fara frá sjeikinum, sum lítið tolir og fylgja sítt djórahjarta? Er tað etiskt skeivt at royna eftir sjeikinum hjá vinkonuni? Og hvat ger man við ov lágari løn?
25-01-2023
Skal ein finna sær eitt nýtt starv, tá ið man hevur gjørt seg illa dámda? Tað og annað viðgjørdu okkara listarligu gestavertir í dag.
18-01-2023
Er man løgin, um man ikki heldur nakað vera galið við, at verpápin gevur sær nógvar fínar gávur? Og hvat ger man, um verpápin er ímóti samkyndum og ger kynsmismun?
11-01-2023
Er tað í lagið, at vera ótrúgv, tá ið maðurin ikki orkar at hava samlegu? Og sleppa sjeikar at dáma myndir av øðrum gentum, á Instagram?
05-01-2023
Hvat skal ein gera, sum heldur tað vera órættvíst, at tey yngru systkini fáa dýrari gávur, enn ein sjálv? Og hvussu sigur mann, at mann ikki tímir at hava mammuna við í ball?
28-12-2022
Er tað í lagi at taka børnini hjá sær við, tá ið vinabólkurin skal út at eta saman? Og kann mann kalla eitt fólk sítt besta vinfólk, tá ið viðkomandi í heilum baktalar ein?
21-12-2022