- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Vivian Sjóðklett vildi arbeiða við menniskjum og tók fyrst námsfrøði sum grundútbúgving. Síðani tá hevur hon økt um vitan sína við bæði kunstterapi og sexologi útbúgvingum. Í dag hevur hon klinikk saman við tveimum øðrum kvinnum; einum sexologi og einum reikihealara. Eisini vitjar hon skúlar at undirvísa í kyni og kynslívi, nakað, sum næmingarnir hava sera stóran áhuga í. Tónleikur er annað evni, sum tosað verður við Vivan Sjóðklett um.
Hetta er tann fyrsta av tíggju sendingum í summar við heitinum 'Gestastovan - ein samtalusending um áræði og eldhuga'. (5. juli 2021).

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











