- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Gesturin greiðir frá, at felagskapurin við onnur fólk er avgerandi. Fyrr í tíðini misnýtti Poul Jákup alkohol. Ein kann siga, at hann bar drunnin víðari frá barndóminum, ið var merktur av vantrivnaði og mistrivnaði.
Men Poul Jákup Thomsen, ið bleiv kendur sum leiðari fyri 'Rúsdrekka- og narkotikaráðið', bleiv leysur av rúshaftinum, sum var eitt nýtt framhald til eitt ríkt lív, har hann eitt nú stóð á odda fyri Føroya Symfoniorksetur í 25 ár. Tað var ein ætlan, sum verri enn so øll trúðu uppá, men Poul Jákup trúði uppá orkestrið, júst sum hann hevur trúð øðrum hugskotum sínum, sum onnur hava kveistrað til viks.
Gesturin syrgdi fyri at verða væl útbúgvin. Tað, saman við áræði og eldhuga, hava mangan borið hann á mál við sínum ynskjum. Gestastovan 12. juli 2021.
