- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Turið býr í Trongisvági í Tvøroyar Kommunu. Innarliga í dalinum hava hon og maðurin hús, har stutt er at fara niðan í fjøllini ella oman til Stórá og plantasjuna. Hon er eisini útferðarleiðari, sum á longsta degi fer við fólkum upp á hægsta fjallið í Suðuroynni, Gluggarnar. Turið hevur eina fortíð sum rógvari, og í yrki sínum sum lærari undirvísir hon bæði í svimjing og lívfrøði.
Í sendingini hoyra vit eisini um aðrar útferðir har á leiðini, umframt at prátað verður um ítrótt, kolasøguna, barndóm, og framtíðarútlit fyri Tvøroyri sum heild.
Verturin og gesturin sita í eini stovu í Trongisvági og líta út yvir dal og fjøll. (Gestastovan 19. juli 2021).

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











