- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Tí kom Eiler Fagraklett heim aftur eftir loknan lestur. Ynskiliga støðan við mentanarligum og lógarligum javnrættindum kom tó ikki av sær sjálvum. Hann tók ábyrgd, bretti upp ermar og tók eitt tørn sum talsmaður fyri LGBT, ið vardi í tíggju ár. Ein kann kalla tað eitt mannarættindastríð.
Sjálvur er hann í dag fegin um, at tilkomin fólk nú flyta heim aftur til Føroya at búgva. Føroyar eru fyri stóran part blivið eitt stað, har samkynd og aðrir kynsligir minnilutir kunnu vera trygg, í hvussu so er samanborið við fyrr. Tó er ikki heilt komið á mál. Framvegis hendir tað, at ung fólk taka seg sjálvi av døgum, tí tey verða happaði, ella kenna seg uttanfyri.
Og framvegis hendir tað eisini, at Eileer sjálvur er fyri ágangi. Í sendingini verður hann millum annað spurdur, um hann hevur stórt sjálvsálit og góða sjálvsmynd, nú hann megnaði at standa upprættur í mótvindi í so nógv ár.
Gestastovan 26. juli 2021.

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











