- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Elin Hentze vaks upp í Havn. Í sendingini verður eisini tosað um annað enn bústaðar-støðuna í Føroyum, uppvøksturin er eitt evni, eisini verður prátað um pólarisering millum fólk. Stutt samanumtikið hevur hennara yrkisleið verið merkt av miðling og samskifti og hon er eisini cand.mag í film- og miðlavísund, umframt at hava lisið marknaðarbúskaparfrøði.
Seinastu árini hevur Elin Hentze verið virkin í ferðavinnuni. Sum liður í ferðaleiðara-útbúgvingini í Vestmanna fór hon ein sokallaðan 'Music Walk' túr í gomlu Havnini, har ein hoyrdi um Bakar Hansen, Svabo, Áarstovubrøðirnar og onnur fólk, sum framvegis merkja tónleikalívið í Føroyum.
Men seinastu árini hevur hon lagt mestu orkuna í áhugafelagið 'Búgva' og FB-bólkin 'Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum'. Eins og ST heldur hon tað vera ein mannarætt at hava eitt býli, sum ein megnar at gjalda. Sum hon sigur: 'Tað er ikki eitt frælst fólk, sum ikki hevur ráð til annað enn tak yvir høvdið'.
Gestastovan 2. august 2021.

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











