- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Ólavur Rasmussen situr hinumegin borðið í Gestastovuni.
Sum 13 ára gamal fór Ólavur Rasmussen til sjós, hvat hann eisini ætlaði sær sum lívs-yrki, men tá fingu nærsýnt fólk ikki loyvi at føra skip, so ístaðin fór hann at lesa gudfrøði. Í dag er hann mentanarstjóri í SALT húsinum á Tvøroyri, sum vit hoyra hann greiða frá. Eisini sigur hann frá Søren Kierkegaard, ið hann hevur skrivað bók um og sum helt sorgina og kærleikan vera nær knýttan. Pápi Ólav, Petur Martin Rasmussen, er eitt annað evní í sendingini, og vit hoyra um fyrstu fiskitúrarnar, eftirskúla-ætlanini í Suðuroynni, fjølmiðlarbeiði, sum hann hevur tikist við, og teimum báðum serligu førunum í ár, tá hann aftur hevur verið í prestakjólanum.
Tað var ein kirkjumvæling í Norður-týsklandi, ið knýtti Salt ætlanina til AP Møller grunnin, sum tá avtornaði fíggjaði ein fittan part av tí sermerkta franskt teknaða mentanarhúsinum á Tvøroyri. Dagsins gestur gekk undan í hesum átaki at gera gomlu saltsiloina til eitt uppbyggjandi savningarstað.
Gestastovan 9. august 2021.

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











