Gestastovan

GESTASTOVAN: 'Eg ætlaði mær sjógvin, men...'
09-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.

Ólavur Rasmussen situr hinumegin borðið í Gestastovuni.

Sum 13 ára gamal fór Ólavur Rasmussen til sjós, hvat hann eisini ætlaði sær sum lívs-yrki, men tá fingu nærsýnt fólk ikki loyvi at føra skip, so ístaðin fór hann at lesa gudfrøði. Í dag er hann mentanarstjóri í SALT húsinum á Tvøroyri, sum vit hoyra hann greiða frá. Eisini sigur hann frá Søren Kierkegaard, ið hann hevur skrivað bók um og sum helt sorgina og kærleikan vera nær knýttan. Pápi Ólav, Petur Martin Rasmussen, er eitt annað evní í sendingini, og vit hoyra um fyrstu fiskitúrarnar, eftirskúla-ætlanini í Suðuroynni, fjølmiðlarbeiði, sum hann hevur tikist við, og teimum báðum serligu førunum í ár, tá hann aftur hevur verið í prestakjólanum.

Tað var ein kirkjumvæling í Norður-týsklandi, ið knýtti Salt ætlanina til AP Møller grunnin, sum tá avtornaði fíggjaði ein fittan part av tí sermerkta franskt teknaða mentanarhúsinum á Tvøroyri. Dagsins gestur gekk undan í hesum átaki at gera gomlu saltsiloina til eitt uppbyggjandi savningarstað.

Gestastovan 9. august 2021.

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.
30-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.
23-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.
16-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.
09-08-2021
Elin Hentze í Havn er blivin kend sum oddafólk í fylkingini fyri betri bústaðarmøguleikum í Føroyum. Talan er um felagið 'Búgva' og Facebook-bólk við sama endamáli.
02-08-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.
26-07-2021
Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
19-07-2021
Poul Jákup Thomsen vildi liva og ikki bara 'yvirliva'. Tí valdi hann at fara gjøgnum møtumiklu pínuna frá fortíðini og harvið vinna tað góða lívið, sum hann livir í dag.
12-07-2021
Dagliga vegleiðir Vivian Sjóðklett fólki í sjálvsrannsakan og positivum lívsbroytingum. Men hon hevur eisini samband við tað útvenda og trívist væl á motorsúkklu.
05-07-2021
  •