- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Eitt gamalt orðatak eystanifrá er, at 'tað er størri at vinna á sær sjálvum, enn á einum heilum býi'. Hetta varð sjálvandi skrivað, tá býir vóru at rokna sum lítil lond, hvat teir eisini vóru. Men hvat inniheldur hetta, 'at vinna á sær sjálvum?'. Tað veldst um, men í hvørjum føri er talan um at fara frá nøkrum, sum ikki riggar, sum ein kortini hevur hildið fast í longi, tí ein ikki kennir nakra loysn. Tó eru fólk, sum eftir tógvi stríð frá broytt seg, kanska tey fara frá etingarólagi, alkohol-bundinskapi, ella hjá-bundinskapi, sum er ikki at virða sín egna tørv í einum lívi, har ein letur øðrum fólkum alla sína orku.
Havnarmaðurin, Knút Olsen, megnaði at broyta alkoholisku kósina. Hann sigur, at har ein hurð læsist, fer onnur hurð upp, og hevur í dag eitt brosandi gott lív. Kanska kann vera trupult at tosa um áræði í slíkum føri, men trúgv tí; tað krevur størri áræði enn ein heil herferð móti trongskygni ella fyri friði í heiminum. Tað er torførari, og fyrstu tíðina í nýggja lívinum kann tað krevja stórt áræði at halda fast í nýggju støðuna, sum kann kosta í vinarflokkinum. Oftast krevst, at ein snarar tilveruni 180 stig, ið so aftur merkir, at ein næstan byrjar av nýggjum.
Knút verður kallaður 'HB Fan nr. 1', hoyr hví. Hann var bara trettan, tá hann fór úr skúlanum og lívið hevur leitt hann víða um, eisini tann baldruta siglitúrin til New Foundlands, har hann saman við øðrum fór á gátt hjá 'Pike' at gloyma eina løtu. Knút. sum í dag siglir við Jákup Sverra, hevur nógvum at siga frá, eitt nú útferðum við HB og kærleikanum í Danmark. Lurta bara, henda útvarpsløtan er áhugaverd.
Gestastovan16. august 2021
