Gestastovan

GESTASTOVAN: 'Ein dag í senn'
16-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.

Eitt gamalt orðatak eystanifrá er, at 'tað er størri at vinna á sær sjálvum, enn á einum heilum býi'. Hetta varð sjálvandi skrivað, tá býir vóru at rokna sum lítil lond, hvat teir eisini vóru. Men hvat inniheldur hetta, 'at vinna á sær sjálvum?'. Tað veldst um, men í hvørjum føri er talan um at fara frá nøkrum, sum ikki riggar, sum ein kortini hevur hildið fast í longi, tí ein ikki kennir nakra loysn. Tó eru fólk, sum eftir tógvi stríð frá broytt seg, kanska tey fara frá etingarólagi, alkohol-bundinskapi, ella hjá-bundinskapi, sum er ikki at virða sín egna tørv í einum lívi, har ein letur øðrum fólkum alla sína orku.

Havnarmaðurin, Knút Olsen, megnaði at broyta alkoholisku kósina. Hann sigur, at har ein hurð læsist, fer onnur hurð upp, og hevur í dag eitt brosandi gott lív. Kanska kann vera trupult at tosa um áræði í slíkum føri, men trúgv tí; tað krevur størri áræði enn ein heil herferð móti trongskygni ella fyri friði í heiminum. Tað er torførari, og fyrstu tíðina í nýggja lívinum kann tað krevja stórt áræði at halda fast í nýggju støðuna, sum kann kosta í vinarflokkinum. Oftast krevst, at ein snarar tilveruni 180 stig, ið so aftur merkir, at ein næstan byrjar av nýggjum.

Knút verður kallaður 'HB Fan nr. 1', hoyr hví. Hann var bara trettan, tá hann fór úr skúlanum og lívið hevur leitt hann víða um, eisini tann baldruta siglitúrin til New Foundlands, har hann saman við øðrum fór á gátt hjá 'Pike' at gloyma eina løtu. Knút. sum í dag siglir við Jákup Sverra, hevur nógvum at siga frá, eitt nú útferðum við HB og kærleikanum í Danmark. Lurta bara, henda útvarpsløtan er áhugaverd.

Gestastovan16. august 2021

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.
30-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.
23-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.
16-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.
09-08-2021
Elin Hentze í Havn er blivin kend sum oddafólk í fylkingini fyri betri bústaðarmøguleikum í Føroyum. Talan er um felagið 'Búgva' og Facebook-bólk við sama endamáli.
02-08-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.
26-07-2021
Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
19-07-2021
Poul Jákup Thomsen vildi liva og ikki bara 'yvirliva'. Tí valdi hann at fara gjøgnum møtumiklu pínuna frá fortíðini og harvið vinna tað góða lívið, sum hann livir í dag.
12-07-2021
Dagliga vegleiðir Vivian Sjóðklett fólki í sjálvsrannsakan og positivum lívsbroytingum. Men hon hevur eisini samband við tað útvenda og trívist væl á motorsúkklu.
05-07-2021
  •