- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Talan er um at minka um óljóðið frá skipum, sum liggja við bryggju í Føroyum, so fólk afturfyri kunnu fáa náttarfrið. Sum lítil vildi Trina verða dómari, longu tá var rættvísis-tráðanin vorðin partur av hennara lyndi og tað er sjónligt í dag. Hon er alt ov virkin til eisini at hava stundir til vanlig ítriv, og als ikki til grunnar sjónvarpssendingar. Trinu dámar væl tónleik úr 80'unum, hvat vit eisini hoyra í sendingini.
Saman við familjuni flutti havnarkvinnan, Trina Eysturoy, norður á Signabø; eitt lítið og friðsælt stað, men so komu tey stóru, larmandi skipini og gjørdu tilveruna ótolandi, so nú er hon aftur í Havn, her hon starvast í ser-handli. Vit hoyra hana greiða frá sínum lívi, uppihaldi í Australia, og fleiri útbúgvingum, har hon undir einari teirra lærdi at mjólka neytum. Annars eru hennara høvuðs-lyndiseyðkenni umsorgan og rættvísi. Hesum og nógvum øðrum verður greitt frá teir næstu 50 minuttirnar,her eisini verður sagt frá eini gleðiligari nýggheit.....
Gestastovan 23. august 2021.

Gestastovan
Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í.
Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.











