Gestastovan

GESTASTOVAN: 'Eg vil gera mun og mennast'
23-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.

Talan er um at minka um óljóðið frá skipum, sum liggja við bryggju í Føroyum, so fólk afturfyri kunnu fáa náttarfrið. Sum lítil vildi Trina verða dómari, longu tá var rættvísis-tráðanin vorðin partur av hennara lyndi og tað er sjónligt í dag. Hon er alt ov virkin til eisini at hava stundir til vanlig ítriv, og als ikki til grunnar sjónvarpssendingar. Trinu dámar væl tónleik úr 80'unum, hvat vit eisini hoyra í sendingini.

Saman við familjuni flutti havnarkvinnan, Trina Eysturoy, norður á Signabø; eitt lítið og friðsælt stað, men so komu tey stóru, larmandi skipini og gjørdu tilveruna ótolandi, so nú er hon aftur í Havn, her hon starvast í ser-handli. Vit hoyra hana greiða frá sínum lívi, uppihaldi í Australia, og fleiri útbúgvingum, har hon undir einari teirra lærdi at mjólka neytum. Annars eru hennara høvuðs-lyndiseyðkenni umsorgan og rættvísi. Hesum og nógvum øðrum verður greitt frá teir næstu 50 minuttirnar,her  eisini verður sagt frá eini gleðiligari nýggheit.....

Gestastovan 23. august 2021.

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.
30-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.
23-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.
16-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.
09-08-2021
Elin Hentze í Havn er blivin kend sum oddafólk í fylkingini fyri betri bústaðarmøguleikum í Føroyum. Talan er um felagið 'Búgva' og Facebook-bólk við sama endamáli.
02-08-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.
26-07-2021
Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
19-07-2021
Poul Jákup Thomsen vildi liva og ikki bara 'yvirliva'. Tí valdi hann at fara gjøgnum møtumiklu pínuna frá fortíðini og harvið vinna tað góða lívið, sum hann livir í dag.
12-07-2021
Dagliga vegleiðir Vivian Sjóðklett fólki í sjálvsrannsakan og positivum lívsbroytingum. Men hon hevur eisini samband við tað útvenda og trívist væl á motorsúkklu.
05-07-2021
  •