- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan

Dagsins gestur sigur, at hon og systrarnar eru ein tann minst indotrineraði systkinaflokkurin í landinum. Hon var á landsliðnum í svimjing, hóast hon hevði nøkur avlops-kilo á kroppinum, ið hon lýsir sum eitt íleguligt eyðkenni. Talugávurnar hevur hon sum fá og er eisini 80 prosent útvend, kanska tí bleiv hon føroysk talskvinna í rákinum móti fitiskamman, sum er ein fobi. Hennara opna lyndi hevur eisini havt við sær, at hon báði hevur roynt seg við yoga og gin-yoga, umframt einsamøll at trína pallin at undirhalda við skemti. Samrøðan verður báði álvarslig og løtt. Úr tí tyngra partinum kann eg nevna, at gesturin heldur samfelagið hava andstygd fyri tjúkkum familjum.
Elisa Vang er tann yngsta av fýra gentum, nú kvinnum, í einum systkinaflokki, sum vaks upp við gamla fótbóltsvøllin á Tvøroyri. Men áðrenn lidna skúlagongd stakk hon av til sjós í eitt ár, og seinni fór hon í studentaskúla og á Fróðskaparsetrið. Í dag miðlar hon søgur fyri Føroya Arbeiðarafelag, men er enn kendari fyri kunning í samband við fitiskamman, sum ein heilur samfelagsbólkur líðir undir. Hetta vil okkara kvinna hava broytt. Eisini bjóðar hon seg fram sum skemtari og yoga-undirvísari, ja, hon hevur áræði og eldhuga, tað er bara at lurta seinni í dag.
Fotografur: Amy Hansen
Gestastovan 30. august 2021.
