Gestastovan

GESTASTOVAN: 'Henni leingist eftir tí fordómsleysa samfelagnum”
30-08-2021
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.

Dagsins gestur sigur, at hon og systrarnar eru ein tann minst indotrineraði systkinaflokkurin í landinum. Hon var á landsliðnum í svimjing, hóast hon hevði nøkur avlops-kilo á kroppinum, ið hon lýsir sum eitt íleguligt eyðkenni. Talugávurnar hevur hon sum fá og er eisini 80 prosent útvend, kanska tí bleiv hon føroysk talskvinna í rákinum móti fitiskamman, sum er ein fobi. Hennara opna lyndi hevur eisini havt við sær, at hon báði hevur roynt seg við yoga og gin-yoga, umframt einsamøll at trína pallin at undirhalda við skemti. Samrøðan verður báði álvarslig og løtt. Úr tí tyngra partinum kann eg nevna, at gesturin heldur samfelagið hava andstygd fyri tjúkkum familjum.

Elisa Vang er tann yngsta av fýra gentum, nú kvinnum, í einum systkinaflokki, sum vaks upp við gamla fótbóltsvøllin á Tvøroyri. Men áðrenn lidna skúlagongd stakk hon av til sjós í eitt ár, og seinni fór hon í studentaskúla og á Fróðskaparsetrið. Í dag miðlar hon søgur fyri Føroya Arbeiðarafelag, men er enn kendari fyri kunning í samband við fitiskamman, sum ein heilur samfelagsbólkur líðir undir. Hetta vil okkara kvinna hava broytt. Eisini bjóðar hon seg fram sum skemtari og yoga-undirvísari, ja, hon hevur áræði og eldhuga, tað er bara at lurta seinni í dag.

Fotografur: Amy Hansen

Gestastovan 30. august 2021.

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.
30-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.
23-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.
16-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.
09-08-2021
Elin Hentze í Havn er blivin kend sum oddafólk í fylkingini fyri betri bústaðarmøguleikum í Føroyum. Talan er um felagið 'Búgva' og Facebook-bólk við sama endamáli.
02-08-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.
26-07-2021
Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
19-07-2021
Poul Jákup Thomsen vildi liva og ikki bara 'yvirliva'. Tí valdi hann at fara gjøgnum møtumiklu pínuna frá fortíðini og harvið vinna tað góða lívið, sum hann livir í dag.
12-07-2021
Dagliga vegleiðir Vivian Sjóðklett fólki í sjálvsrannsakan og positivum lívsbroytingum. Men hon hevur eisini samband við tað útvenda og trívist væl á motorsúkklu.
05-07-2021
  •