Góðan morgun Føroyar

Vinirnir í Nashville eru sum ein nýggj familja
01-11-2019
Benjamin Petersen hevur verið í Music City og tikið næstu útgávu sína upp

Í dag letur Son of Fortune fyrsta sangin av komandi útgávuni frá sær.

Is It Essential er heitið, og hann verður við á Voodoo Pop, ið kemur á marknaðin næsta ár.

Benjamin Petersen hevði havt ávíst samskifti um telduna við fólk í Nashville, men heldur enn at sita heima og skriva, valdi hann í januar at bóka sær eina ferð til Nashville.

Tað var ikki honum greitt, hvat fór at spyrjast burtur úr granskingarferðini, men komin til Nashville vísti tað seg skjótt, at fólk vóru ógvuliga fyrikomandi.

Hann knýtti fleiri tøtt sambond, og avtala varð gjørd um upptøku í Sputnik Sound.

Benjamin sigur, at hetta ikki minst er øðrum føroyingum fyri at takka.

Jákup Zachariassen og Tummas Justinussen hava gjørt sítt, og Teitur Lassen hevur eisini spælt nógv har um leiðir.

Alt hetta ger, at tað er lættari at banka á tær røttu hurðarnar.

Maðurin aftanfyri Son of Fortune, sigur, at hetta ætlandi bara er byrjanin upp á nakað, ið fer at halda fram.

- Eg vóni at sleppa aftur til Nashville næsta ár, sigur Benjamin Petersen, ið nú gleðir seg til, at onnur eisini sleppa at hoyra tilfarið, sum er tikið upp.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026