- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Frístundarkortið gevur størri trivna
04-11-2019
Runavíkar Kommuna fer sum fyrsta kommuna í Føroyum at geva øllum børnum og ungum millum seks og 18 ár eitt frístundarkort til frítíðarvirksemi
Íslendingar hava roynt skipanina við frístundarkorti í 15 ár og nú fer fyrsta føroyska kommuna undir somu skipan.
Fyrimunirnir eru nógvir við at veita børnum og ungum eitt frístundarkort, so at tey at kalla kunnu ganga til tað frítíðarvirksemi, sum teimum lystir, sigur Andras Nolsø, ítróttaráðgevi hjá ítróttasambandinum.
Morgunsendingin tosaði í morgun við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu og Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva í ÍSF.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025