Góðan morgun Føroyar

SSP í 10 ár
07-11-2019
Í tí sambandi verður hátíðarhald á Hotel Føroyum 8. nov

Í morgin er tað tíggju ár síðani samstarvið 'SSP' byrjaði. Í tí sambandi skipa tey fyri einum kveikingardegi á Hotel Føroyum, har tey fagna felagsskapinum, liva og læra um hvønn týdning tað hevur at øll børn og ung sleppa í part.

- Samanborið við onnur lond, so skikkar føroyski ungdómurin seg væl. Hetta sigur Jógvan Kallsgarð Joensen, brotsfrøðingur, sum hevur gjørt eina kanning um føroyskan ungdóm og kriminalitet. Jógvan fer at halda ein fyrilestur um kriminalitet og støðuna hjá teimum ungu.

- Tey týdningarmestu, tá man tosar um fyribyrging, tað eru ikki tey ungu - tað eru foreldrini. Tað eru foreldrini, sum vit skulu hjúkla um, og vísa á týdningin hjá teimum, fyri at børn og ung trívast. Soleiðis sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi.

Kveikingardagurin verður á Hotel Føroyum 8. nov. frá kl. 9-16. 

Skráin sæst her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, bindiavbjóðing, bøkur til jólini, ferðsluløgreglan
18-12-2024
Veðrið, brúgvin um Stórá, ársfrágreiðing um gransking, Norðstrok
17-12-2024
Haruveiða, veðrið, ungdómshús, Jólasoul
16-12-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, mjøður, smákøkur, Paradise Hotel
12-12-2024
Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar í fólkaskúlunum
11-12-2024
Ílegumunur millum føroyingar og íslendingar, mannarættindi, neytøkutilbúgving og dómaraeygleiðari
10-12-2024
Haruveiða, veðrið, jólagávuinnkeyp uttan strongd, stuttsøgukapping
09-12-2024
Hoyr alla sendingina
06-12-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, Prosjekt Brynja, Bezzerwizzer, Hetta heilaga evangeliið skrivar
05-12-2024
Veðrið, nýggjur jólasangur, rúsevnir í drykkir, djóralæknin
04-12-2024
Altjóða brekdagur, veðrið, fluor, hondbóltur, barnauppsparing
03-12-2024
Haruveiða, veðrið, Basel, Landsverk, fund í Hvalba
02-12-2024