Góðan morgun Føroyar

Pláss til tey, sum ikki drekka
06-12-2019
Blái Krossur hevur á heimasíðu sínari tríggjar jólaborðhaldsreglur, sum tey halda, at øll burdu fylt.

Reglurnar snúgva seg um, at pláss skal vera fyri, at fólk lata vera við at drekka til eitt jólaborðhald, og at henda avgerð verður vird.

- Orsøkirnar til, at fólk velja, at lata vera við at drekka júst hetta kvøldið, kunnu vera so nógvar, og tá er tað ikki serliga hugaligt, at øll spyrja, hví tey ikki drekka, og um tey eru vís í, at tey ikki vilja hava ein lítlan.
Soleiðis sigur Lív Justinussen, sum er samskipari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, sum saman við Beintu Atladóttir vitjaðu í útvarpsstovuni.

Eisini heita tey í Bláa Krossi á tey, sum skipa fyri jólafrokostum, um at hava góðar alkoholfríar møguleikar til tey, sum ikki ynskja at drekka, soleiðis at hesi eisini kenna seg vælkomin í veitsluni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026