Góðan morgun Føroyar

Pláss til tey, sum ikki drekka
06-12-2019
Blái Krossur hevur á heimasíðu sínari tríggjar jólaborðhaldsreglur, sum tey halda, at øll burdu fylt.

Reglurnar snúgva seg um, at pláss skal vera fyri, at fólk lata vera við at drekka til eitt jólaborðhald, og at henda avgerð verður vird.

- Orsøkirnar til, at fólk velja, at lata vera við at drekka júst hetta kvøldið, kunnu vera so nógvar, og tá er tað ikki serliga hugaligt, at øll spyrja, hví tey ikki drekka, og um tey eru vís í, at tey ikki vilja hava ein lítlan.
Soleiðis sigur Lív Justinussen, sum er samskipari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, sum saman við Beintu Atladóttir vitjaðu í útvarpsstovuni.

Eisini heita tey í Bláa Krossi á tey, sum skipa fyri jólafrokostum, um at hava góðar alkoholfríar møguleikar til tey, sum ikki ynskja at drekka, soleiðis at hesi eisini kenna seg vælkomin í veitsluni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, barnaverkætlanin, kapping, Martin Drangberg
09-05-2025
Veðrið, Eurovision, hondbóltur, pávin, ráðstevna og søgutáttur
08-05-2025
Veðrið, samstarv um film við India, umhvørvisvika, serfrøðingurin
07-05-2025
Veðrið, innsavning Blái Krossur, ársins rúmligi arbeiðsgevi, virkin eldri
06-05-2025
Veðrið, lýsingabløð, nýggjur leiðari í Føroyahúsinum
05-05-2025
Kórstevna, veðrið, EM í Fótbólti, kapping, Alla nátt 30 ár
02-05-2025
Veðrið, verkafólk, Grønir fingrar, maskottur til oyggjaleikir
01-05-2025
Veðrið, streymslit í Spania, Reyði Krossur, serfrøðingurin
30-04-2025
Veðrið, skomm og kreativitetur, lærarar, Føroya Keypssamtøka 60 ár
29-04-2025
Veðrið, sjónvarpssending um Suðuroyartunnil og Sigrun Mohr gevst í Alzheimerfelagnum
28-04-2025
Søgutáttur, veðrið, KFUM og K skótar, Bjarki Hansen, Margarsquad
24-04-2025
Veðrið, djóralæknin
23-04-2025