Góðan morgun Føroyar

Fyrsta stigið á arbeiðsmarknaðin
04-03-2020
Í Klaksvík hava tey ein starvsportal, har ung kunnu venda sær, um tey ynskja sær frítíðarstarv

Ung í arbeiði seta vit sum oftast í samband við at ungdómar í tvær vikur hvørja summarferiu fríðka um kommununa. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Í Klaksvík hava tey víðka hetta átakið til at fevna um kommunala og privata arbeiðsmarknaðin. Tað merkir at ungdómur alt árið kann søkja sær frítíðarstarv, sum passar til teirra áhuga og styrkir.

Nýggi starvsportalurin, www.uia.fo, er nýggja síðan, har ung í aldrinum 15-16 ár kunnu venda sær, um tey ynskja eitt frítíðarstarv.

Ung í arbeiði er til tín, ið ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit, hvussu tú skal bera teg at. Hettar merkir, at tá ið tú setur teg í samband við UÍA, ja so hevur tú longu áhuga fyri arbeiðinum.

Tú hevur nú avgjørt, at tíðin er komin hjá tær at taka fyrsta stigið inn á lokala arbeiðsmarknaðin. Hendan avgerðin er ein varði í tínum lívi, og UÍA vil fegin fylgjast við tær á tínari leið.

UÍA ásannar, at ungdómstíðin er ein tíð, har tú bæði skal finna tína egnu leið, eins og tú skal finna teg til rættis saman við øðrum í okkara lokalsamfelag. Ígjøgnum frítíðararbeiði, lærir tú grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum.

Endamálið við Ung í arbeiði í Klaksvík, er at skapa karmar, ið stimbra tína megi, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum.

Morgunsendingin hitti Duritu Samuelsen, verkætlanarsamskipara - og Mariu Josephsen og Malenu Olsen, sum hava fingið starv gjøgnum UÍA.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, tollur, dj mentan
31-03-2025
Kakumiks, veðrið, bókmentakanon, kapping, beinleiðis bluestónar
28-03-2025
Kondittaríið, veðrið, søgutáttur, gentur U17, Starlight
27-03-2025
Endurnýtsla av gaggum, veðrið, vitlíki og matgerð, Adolescence og heilsufrøðingurin
26-03-2025
Veðrið, móðurmálsdagur, fantasilið, vælferðartøkni
25-03-2025
Veðrið, tann góða samrøðan, heiðurslønt masterútbúgving
24-03-2025
Veðrið, yrkingar, kenslulig krøv, kapping, FMA
21-03-2025
19.03.2025
19-03-2025
Veðrið, inklusjón í fólkaskúlanum, PAZ, nýtt neyst
18-03-2025
Veðrið, nýggjur sangur um ringrás og træbátur í Grønlandi
17-03-2025
Hoyr alla sendingina
14-03-2025
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025