- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Vakrast at kava í Føroyum
09-03-2020
Bogi Krossteig, kavari, ætlar at opna eitt kavarasentur í Havn
Síðan 2016 hevur Bogi Krossteig miðvíst arbeitt fram ímóti at gera eitt kavarasentur í Havn, so hann kann taka fólk við út at uppliva goymdu føroysku náttúruna undir vatnskorpuni. Hann sær eisini stórar møguleikar í øktu ferðavinnuni.
Sjálvur hevur Bogi kavað nógv runt í heiminum - millum annað í holum í Mexico, Florida og suður Franklandi, niður á ein kavbát frá seinna heimsbardaga út fyri Malta og koral rev í Reyða havinum.
- Ongastaðni er tað líka vakurt, líka serstakt og óspilt, sum tað er her í Føroyum, sigur Bogi.
Inni á hopfigging.fo er meira kunning at finna um verkætlanina.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026