Góðan morgun Føroyar

– Kanska átti starin at verið okkara tjóðfuglur
10-06-2020
Starin er hjá okkum alt árið. Tjaldrið fer av landinum aftur, tá veðrið versnar, men starin fer ongan veg, vísir Eyðfinn Magnussen á

Í fleiri ár hevur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Setrinum, fylgt við, nær staraungarnir koma út og verða floygdir.

Í ár vórðu staraungarnir klaktir umleið 22. mai og fóru á flog 17 dagar seinri, tann 7. juni, sigur Eyðfinn Magnussen.

Tað er eitt sindur ymiskt, frá einum ári til annað, nær starin verpur, og nær ungarnir koma út.

Tey 15 árini, hann hevur fylgt við, eru ungarnir komnir út millum 12. og 28. mai. Sostatt eru tvær viku á muni.

Tað er veðrið, sum stýrir hesum.

Tá tað er kalt í veðrinum, verpur starin seinni enn vanligt.

Um tað hinvegin er lýtt í veðrinum, og útlitini fyri, at tað verður nógv at eta eru góð, tá verpur hann fyrr.

Føroyski starin verpur tvær ferðir um árið; í mai og juni.

Tað hendir seg tó, at hann verpur triðju ferð í august.

Starin verpur fimm til seks egg hvørja ferð. Eggini eru blágrøn á liti.

Starin bølir í 18 dagar, og ungarnir verða floygdir tríggjar vikur seinri.

Eftir at ungarnir eru floygdir, koma teir ikki aftur í reiðrið.

Fyrstu tveir til tríggjar dagarnar ferðast foreldrini við teimum og mata ungarnar, men fara so frá teimum og verpa uppaftur.

Eftir hetta fylkjast teir nýfloygdu staraungarnir saman í flokki og ferðast víða um í bø og haga.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
25 ár síðan 9/11 álopið
11-09-2026
Prát um 9/11 og veðrið
11-09-2026
Beinleiðis brøv á Langasandi og VB 100 ár
10-09-2026
Prát um 9/11 og veðrið
10-09-2026
Útróðrarmaður, rørsluvika
09-09-2026
Filosofiskur og veðrið
09-09-2026
Prestahjún, gartnarin
08-09-2026
Prestahjún og gartnari
08-09-2026
Prát og veðrið
08-09-2026
Reyði Krossur í Klaksvík og nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum
07-09-2026
Prát og veðrið
07-09-2026
Kapping og eldsbruni í Sørvági
04-09-2026