Góðan morgun Føroyar

Nú koma Frændur út á plátu
26-06-2020
Tær fimm studioútgávurnar: Saman við Tær, Frændur 2, 80ini, Mítt land og Frændur V verða allar tøkur á vinyli, um hópfíggingarverkætlanin ber á mál

- Tær eru ikki allar plátur, sum yvirlivdu ballini í 80 inum. Alt lívið fær sínar skøvur. Nú skriva vit 2020. Vit sleppa ikki undan einum afturhvarvi.

Soleiðis verður skrivað á hópfíggingarportalinum, nú Frændur ætla at geva allar sínar studioútgávur út á vinyli.

Morgunsendingin skiftir orð við tveir av upprunalimunum, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe, um tíðina við Føroya kanska fólkakærasta bólki.

Meira kann lesast um hópfíggingarverkætlanina á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Psykiatriin flytir í H-bygningin, Poul Andrias Ziska fingið BPR frá CIB
18-11-2026
Veðrið og prát
18-11-2026
Lions 60 ár, nýggj Beatles bók, Xperiment
17-11-2026
Prát og veðrið
17-11-2026
Ebbuvirðislønin og IKTYS 20 ár
16-11-2026
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026