Góðan morgun Føroyar

Nýggj KT-umsitingarskipan
08-09-2020
Ein heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum er nú løgd fram

Heildarætlanin fevnir um hesi bæði høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT-virkseminum, siga fyrireikararnir.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Høgni av Skarði vitjaði morgunsendingina. Hann hevur m.a. ment eina KT skipan, sum nevnist 'Tímaglasið'.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026