- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hesir hava stovnað ein pápabólk
21-01-2021
Í pápabólkinum deila teir góð ráð, seta spurningar og annars bara stuðla hvørjum øðrum
Fyri stuttum hittust fimm pápar, Johnny Olsen, Hans Pauli Ziska Jacobsen, Anfinn Hansen, Vilhelm Vilhelmsen og Pætur Gerðalíð, á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í Havn. Teir eru allir búsitandi í Norðoyggjum og gjørdu av at stovna ein pápabólk.
Teir hittast javnan, men samskifta eisini nógv saman á einum facebook-bólki, har teir millum annað kunnu seta hvørjum øðrum spurningar og deila góð ráð.
Morgunsendingin vitjaði pápabólkin í Klaksvík.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroya søga, veðrið, ævisøguskriving, prestur skrivar barnabók og føroysk luttøka í MGP
06-02-2025
Veðrið, liðleiðari til útlendskt felag, lesaravirðislønin 2025 og paragraff 216 í revislógini
05-02-2025
Søgutáttur, veðrið, skrivikapping og mentanarvika í Runavík, rørsla á arbeiðsplássinum, Tweed & Hyenas, føroysku filmur
30-01-2025
Veðrið, børn spæla minni í dag, krabbameinsskráin, bók um Hvannasunds kirkju
23-01-2025