- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Ein maður ætlaði at seta eld á okkara hús
19-03-2021
Haturstala og tann ógvusligi tónin í sosialu miðlunum vóru nøkur av evnunum í morgunsendingini
Tá ið tú kagar inn á Facebook, so er púra vanligt at síggja fólk leggja eftir hvørjum øðrum skrivliga, serliga eftir almennum persónum. Tá ið tú ert nógv frammi alment, so er tað næstan gerandiskostur, at slíkt fylgir við. Men hví er so nógv haturstala á netinum, og hvat er munurin ímillum kritikk, haturstalu og talufrælsi? Hvat kunnu vit gera við trupulleikan, og skal tað fáa avleiðingar at føra fram haturstalu?
Sigri Gaini, Kaj Leo Holm Johannesen og Dina Jensdóttir Norðberg skiftu orð um evnið.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív
10-02-2026
Útvið 15 føroyskir prestar hava júst tikið útbúgving í bíbilskari sálarrøkt
10-02-2026