Góðan morgun Føroyar

Nú kemur bókin um niðursetufólkini á Oyrarbakka
31-03-2021
Eg hevði als ikki givið mær far um, at hetta fór at vera so umfatandi arbeiði, sigur Sólgerð Andreassen

Miðskeiðis í 90'unum fór Sólgerð Andreassen undir at skriva bók um fyrstu niðursetufólkini á Oyrabakka.

Nú, eina fjórðingsøld seinni, er bókin loksins liðug.

Um verkætlanina verður skrivað: Bókin er um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Søgan hjá hesari lítlu bygdini er livandi og hendingarík.

Fólk komu ymsastaðni frá og kundu keypa sær eina trøð at velta og byggja sær hús á.

Tað var gott at búgva á Oyrarbakka, og hóast nógv merktu til lívsins hørðu avbjóðingar, hildu tey á at arbeiða fyri sær og sínum.

Í bókini eru nógvar søgur frá avvarandi, eitt nú, tá ið Nólsoyggin, Verdandi, Njarðlingur og ein grindabátur við tveimum ungum dreingjum forlistu.

Eisini raktu tuberklar fleiri familjur, og krígstíðin hevði sína ávirkan.

Vit hoyra um sjólívið og tað megnar arbeiði, sum kvinnurnar gjørdu, bæði úti og heima.

Umframt hetta, verður sagt frá arbeiði, vegagerð, fyrstu bilunum og samferðslu á sjógvi og landi.

Hetta var eitt virkið fólk, sum frá at seta spakan íog velta upp úr nýggjum, uttan nútímans hentleikar, arbeiddi seg upp til eitt nútíðar samfelag.

Við áræði og treysti, løgdu tey lunnar undir eitt gott og liviligt stað.

Tað, sum nú manglar, til tess at fáa bókina á marknaðin, er fíggingin. Hetta hevur alt verið sjálvboðið arbeiði, vísur Sólgerð Andreassen á.

Á hópfígging ber til at stuðla verkætlanini. Málið er at koma upp á 80.000 krónur. Leinki er her.

Tá málið er rokkið fer bókin alt fyri eitt til prentingar.

Nógv tilfar liggur tó eftir, so hvør veit, um fleiri bøkur koma seinni, sigur Sólgerð Andreassen at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Jens Marni, Tórshavn Maraton
30-05-2025
Veðrið, Bach, neyðtøkutilbúgving, nýtt staklag, havhestur
28-05-2025
Meta AI, veðrið, listafólk í Runavík, Hvannasund
26-05-2025
Veðrið, Hans J. Glerfoss, hermikapping, MEGD, Dugni
23-05-2025
Søgutáttur, veðrið, plantulund á dølum, Sakaris
22-05-2025
Veðrið, Viðareiði, student í Norra, serfrøðingur um skiftisár
21-05-2025
Veðrið, tannáringar, prestar á ferð
20-05-2025
Veðrið, tarmbrunasjúkur, Kirkjuliga Heimamissiónin
19-05-2025
Veðrið, tíðindi úr Eurovision, sólkrem, Eurovision og Føroyar, ólavsøkukórið
15-05-2025
Veðrið, keyp í nærumhvørvinum, sosial renning, nýggjasta úr Basel, maratonrenning
14-05-2025
Upptøkuroynd til leik, veðrið, Escape Room
13-05-2025
Veðrið, arbeiðslív, hálvmaraton
12-05-2025