Góðan morgun Føroyar

Náttúran er gagnlig fyri sálarheilsuna
22-09-2021
Ung, ið stríðast við eitt nú strongd, tunglyndi ella angist, hava møguleika at vera við í einum heystskeiði í náttúruterapi

- Kanningar vísa, at bara við at vera úti í náttúruni í 20 minuttir, kunnu vit máta hvussu hjartarútman og blóðtrýstið fara niður, og strongdhormonið, kortisol, í blóðinum lækkar. Okkara nervaskipan verður sissað og tað verður lættari at finna ró í sær sjálvum. Náttúran setur ongi krøv og ger at okkara uppmerksemi kann hvíla. Tað siga Róa Midjord, kliniskur gestalt psykoterapeutur, og Jensia Brodersen, ið hevur lisið gestaltterapi.

Tað er ein framíhjárættur hjá okkum í Føroyum, at náttúran er so nær. Skjótt og lætt er at finna støð, har tú ikki verður órógvað av gearndismeldrinum. Og tað er nakað, sum vit øll kunnu fáa nakað gott burturúr.

Meira fæst at vita á heimasíðuni nttp.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026