Góðan morgun Føroyar

Allan bleiv hart raktur av koronu
08-11-2021
- Eina løtu var eg ikki sørt fjálturstungin, tí eg var nakað so illa fyri, sigur Allan Samuelsen, sum hevur verið sera hart raktur av koronu.

Ússaligur og fjálturstungin.

Hesi tvey orðini lýsa væl , hvussu Allan Samuelsen úr Havn hevur havt tað teir seinastu 14 dagarnar.

Herfyri var hann til arbeiðis sum ambulansuviðgerði og eftir at hava koyrt við einum sjúklingi, sum seinni fekk staðfest koronu, fekk Allan Samuelsen eisini koronu.

- Vit skuldu hava stóra veitslu heima, tí dóttirin bleiv 30 ár, men sama kvøld bleiv eg uppringdur við boðunum um, at eg hevði koronu og skuldi á gistingarhús at sita í sóttarhaldi, fortelur Allan Samuelsen.

Tað var tó ikki fyrr enn nakrar dagar seinni, at hann veruliga merkti nakað.

- Eg var ógvuliga ússaligur, hevði høgan fepur og hevði trupult við at anda. Hasar dagarnar var eg ikki sørt fjálturstungin, tí soleiðis havi eg ikki havt tað fyrr, fortelur Allan Samuelsen.

Hóast hann bleiv staðfestur frískur leygardagin og kundi fara beint aftur til arbeiðis, merkir hann væl, at korona hevur sett síni spor.

- Eg eri framvegis trongur og merki væl, at eg fái ikki anda sum vanligt. Harafturat er eisini ein øgilig møði. Men nú vóni eg, at tað fer at ganga framá, sigur Allan Samuelsen, sum er koppsettur tvær ferðir.

- Tað eru útvið 10 mánaðir, síðani eg bleiv koppsettur, so virknaðurin av koppsetingini er sjálvandi ikki nóg stórur meir. Men eg skal eisini í næstum hava triðja prikið, sigur Allan Samuelsen.

Í morgunsendingini greiðir hann frá upplivingini við koronu.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026