Góðan morgun Føroyar

Hvat liggur eftir í Føroyum?
22-11-2021
Fleiri filmar og lýsingar verða nú tikin upp í Føroyum, men skulu vit siga ja til alt, fyri soleiðis at fáa uppmerksemi?

Líkt er til at Føroyar eru dreymalandið, um tú vilt sleppa at koyra skjótar, flottar bilar, tí fleiri bilframleiðarar hava seinastu tíðina verið í Føroyum og tikið upp tilfar til lýsingar. Millum onnur kunnu nevnast bilmerkini Ford og Porche, og eitt er, sum gongur aftur.

- Rundkoyringin í Eysturoyartunlinum sær út til at vera hon, sum má vera við. Um tað er tí at vit í Føroyum vilja branda hesa, ella tí tað gevur góðar myndir, at síggja bilin koyra í tunlinum, tað er ein góður spurningur, sigur Allan Dalsgarð, lýsingaráðgevi.

Sjálvt um sjónligheit er góð, so skulu føroyingar tó ansa eitt sindur eftir, hvørjum man loyvir at taka upp lýsingar.

- Vit mugu eisini hugsa um, at Føroyar vera settar í samband við tær vørur, sum lýst verður við. Vit selja okkara land, tá vit siga ja til at vera pallur hjá hesum ymsu vørunum. Tí er umráðandi, at hetta eru vørur, vit kunnu standa inni fyri, leggur Allan afturat.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, móðurmálsdagur, fantasilið, vælferðartøkni
25-03-2025
Veðrið, tann góða samrøðan, heiðurslønt masterútbúgving
24-03-2025
Veðrið, yrkingar, kenslulig krøv, kapping, FMA
21-03-2025
19.03.2025
19-03-2025
Veðrið, inklusjón í fólkaskúlanum, PAZ, nýtt neyst
18-03-2025
Veðrið, nýggjur sangur um ringrás og træbátur í Grønlandi
17-03-2025
Hoyr alla sendingina
14-03-2025
Veðrið, brot úr Føroya søgu, følsk list, mikroaggressiónir, nýggjur aðalskrivari í Barnabata
13-03-2025
Veðrið, sosialráðgevi í donskum fongslum, hondbóltur og ljósmóðir
12-03-2025
Eitt korter, Veðrið, Marianna & Leivur, valið í Grønlandi
11-03-2025
Veðrið og Ársins Brita
10-03-2025
Søgutáttur, veðrið, sálarheilsa hjá ungum, altjóða kvinnubønardagur og hondkonusteinurin
06-03-2025