Góðan morgun Føroyar

Demokratiskur trupulleiki at bara eitt kyn er umboðað
07-01-2022
Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia, vitjar morgunsendingina

- Tað eru nógvar góðar grundir til at hava eitt breitt umboð av føroyingum í løgtingi og landsstýri. Ein av teimum er, at hesi eiga at umboða fólkið, ið her býr, og helvtin av teimum, ið búgva her, eru kvinnur.

Hetta liggur í orðinum fólkaræði. Verandi støða gongur beinleiðis ímóti demokratisku virðunum. Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos.

Soleiðis stendur at lesa á facebookvanganum hjá Demokratia, nú tað gjørdist greitt at eingin kvinna er í landsstýrinum fyri fyrstu ferð í 18 ár

Morgunsendingin skiftir orð við Kristinu Gry Berg, forkvinnu í Demokratia, um aktuellu politisku støðuna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Jólakalendari, veðrið, Poul Ingason, Uni Næs
17-12-2025
Jólakalendari, veðrið, ársins orð 2025
15-12-2025
Veðrið, Beinta diskar, jólakapping
12-12-2025
Jólakalendari, veðrið, 50 ára jubileum sum doktari og sjónvarpsdokumentarur um Christian Matras
11-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsfólk og fíggjarligur harðskapur
10-12-2025
Jólakalendari, veðrið, løgtingslimir & hóttanir, Ole Tøpholm
09-12-2025
Jólakalendari, veðrið, norovirus, ynskitræið
08-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsprát, kapping og arbeiðslív í Grønlandi
05-12-2025
Veðrið, status og fjepparasamrøða úr Dortmund, Søsterstrik
04-12-2025
Veðrið, nýtt úr Dortmund, Javni og nissuhúgvur, ávirkan av kosti
03-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsprát, city church og fjallatúrur.
02-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsprát og Føroya størsti adventskransur
01-12-2025