- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tað er trúboðarin, Carsten Fonsdal Mikkelsen, ið hevur skrivað bloggin, sum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Trúboðanum.
Hann skrivar, at heimurin er broyttur hesi árini Covid19 hevur herjað heimin: "Alt er kortini ikki, sum tað einaferð var. Fyrst og fremst av tí, at øll eru vorðin tvey ár eldri. Vit hava fingið nógv nýtt at taka støðu til. Heimurin er ikki sum hann var áðrenn Korona. Vit hava ment okkum, og tað mugu vit geva gætur í meinigheitslívinum. Tí tað einasta, vit kunnu vera hampuliga vís í er, at nakað av tí meinigheitsvirkseminum, vit vóru í holt við at fremja undan farsóttini, hvørki kann ella eigur at halda fram á sama hátt".
Kirkjur og samkomur hava avbjóðingar nú í tíðini eftir Koronu, men samstundist er hetta eisini løtan við møguleikum.
Lurta eftir orðaskiftinum um avbjóðingar hjá kirkjum og samkomum nú post-covid19. Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari fyri Heimamissiónina, Ann Hermansdóttir, sóknarprestur í dómkirkjuni og Pauli Høj, samkomuleiðari fyri fríkirkjuna Keldan í Skálafirði skifta orð um evnið.
Leinki til bloggin: Tað var so farsóttin. Men hvat skal kirkjan nú?
Ann Hermansdóttir, sóknarprestur, Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni og Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari fyri Heimamissiónina.
