Góðan morgun Føroyar

Post-Covid19: Kirkjur og samkomur, hvat nú?
15-02-2022
- Heimurin er ikki sum hann var áðrenn Korona. Vit hava ment okkum, og tað mugu vit geva gætur í kirkju- og meinigheitslívinum, soleiðis stendur at lesa í bloggi á Trúboðanum

Tað er trúboðarin, Carsten Fonsdal Mikkelsen, ið hevur skrivað bloggin, sum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Trúboðanum.

Hann skrivar, at heimurin er broyttur hesi árini Covid19 hevur herjað heimin: "Alt er kortini ikki, sum tað einaferð var. Fyrst og fremst av tí, at øll eru vorðin tvey ár eldri. Vit hava fingið nógv nýtt at taka støðu til. Heimurin er ikki sum hann var áðrenn Korona. Vit hava ment okkum, og tað mugu vit geva gætur í meinigheitslívinum. Tí tað einasta, vit kunnu vera hampuliga vís í er, at nakað av tí meinigheitsvirkseminum, vit vóru í holt við at fremja undan farsóttini, hvørki kann ella eigur at halda fram á sama hátt".

Kirkjur og samkomur hava avbjóðingar nú í tíðini eftir Koronu, men samstundist er hetta eisini løtan við møguleikum.

Lurta eftir orðaskiftinum um avbjóðingar hjá kirkjum og samkomum nú post-covid19. Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari fyri Heimamissiónina, Ann Hermansdóttir, sóknarprestur í dómkirkjuni og Pauli Høj, samkomuleiðari fyri fríkirkjuna Keldan í Skálafirði skifta orð um evnið.

Leinki til bloggin: Tað var so farsóttin. Men hvat skal kirkjan nú?

Ann Hermansdóttir, sóknarprestur, Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni og Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari fyri Heimamissiónina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Hetta er ein av søgunum, ið Begga Ellingsgaard og Mirjam Carlsen siga okkum í hesari samrøðuni, nú tað eru 50 ár liðin, síðani tær tóku prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar
14-04-2025
Knút Háberg Eysturstein: Astri Luihn er útbúgvin tónleikafrøðingur og tað sæst aftur í listprýðingini á skúlanum, ið eisini kann gerast ein musiksøgulig rannsóknarferð
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025
Veðrið, z-ættarliðið í ferðsluni, fólkavøkstur, góði formurin
09-04-2025
Veðrið, partabrøv, kjattbottur, sorgarbólkur
08-04-2025
Veðrið, loppurnar, forkvinnan í MEGD
07-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025
Veðrið, ungur røktingarmaður, Skúvoy, Sement 2025, søgutáttur
03-04-2025
Veðrið, ungt virki, herskylda, serfrøðingurin um vitlíki
02-04-2025