Góðan morgun Føroyar

Vit flyta okkum rætta vegin
05-04-2022
Tað heldur Sigert Patursson, sum er ein av stigtakarunum til ráðstevnuna Matvit, har burðardygt matsjálvbjargni er á skránni um vikuskiftið

- Nógv er hent í matvøruframleiðsluni seinastu árini; ikki minst tí at kundin krevur, at vørurnar eru burðardyggar, og sjálvt um vit ikki hava eina føroyska vistfrøðisgóðkenning, so hugsa vit hetta inn í okkara virksemi, sigur Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum.

Tað snýr seg um at hittast, kjakast og sparra, tá ið fólk við áhuga fyri burðardygd og sjálvbjargni í føroyskari matvøruframleiðslu hittast til ráðstevnu fríggjadagin og leygardagin. 

- Matsjálvbjargni er eitt hugtak, sum veruliga hevur vunnið frama seinastu árini. Fyrst orsakað av korona, og nú eisini orsakað av kríggi. Man skal hugsa um tað sum eina prosess, har vit gerast betri til at framleiða tað, okkum tørvar her heima, sjálvt um vit sjálvandi eisini fara at innflyta úr øðrum londum. Vit skulu bara gerast meira mótstøðufør, tá kreppur raka, sigur Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum er ein av fyrireikarunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kórstevna, veðrið, EM í Fótbólti, kapping, Alla nátt 30 ár
02-05-2025
Veðrið, verkafólk, Grønir fingrar, maskottur til oyggjaleikir
01-05-2025
Veðrið, streymslit í Spania, Reyði Krossur, serfrøðingurin
30-04-2025
Veðrið, skomm og kreativitetur, lærarar, Føroya Keypssamtøka 60 ár
29-04-2025
Veðrið, sjónvarpssending um Suðuroyartunnil og Sigrun Mohr gevst í Alzheimerfelagnum
28-04-2025
Søgutáttur, veðrið, KFUM og K skótar, Bjarki Hansen, Margarsquad
24-04-2025
Veðrið, djóralæknin
23-04-2025
Nýggj útvarpssending, veðrið, felagskirkjulig gudstænasta og skemtarar á pall.
22-04-2025
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025