Góðan morgun Føroyar

Tá kvinnur blíva óarbeiðsførar av menstruatión
19-05-2022
Umleið 10. hvør kvinna er hart rakt av menstruatiónspínu, og Sólja Petersen er ein teirra. Av somu orsøk hevur hon eitt tillagað starv.

Krampar, óúthaldilig pína, spýggja og møði.

Í nógv ár hevur hetta verið gerandisdagurin hjá 24 ára gomlu Sólju Petersen, teir dagarnar hon hevur menstruatión.

Umleið 10. hvør kvinna er hart rakt av menstruatiónspínu, og Sólja Petersen er ein teirra.

Hvønn mánað missir hon arbeiðsdagar, tí hon heilt einfalt ikki er før fyri at arbeiða, tí hon er so illa fyri av menstruatiónspínu.

- Okkurt árið hevði eg eini 68 dagar, har er ikki var til arbeiðis, tí eg var so illa fyri, sigur Sólja Petersen.

Av tí sama hevur Sólja Petersen í dag eitt tillagað starv, soleiðis at hon arbeiðir hálva tíð.

- Hetta er ein góð loysn fyri meg, tí so kann eg eisini koma fyri meg, tá teir strævnastu dagarnir við menstruatiónspínu eru av, sigur Sólja Petersen.

Spania hevur sum fyrsta landið í Evropa sent eitt lógaruppskot til parlamentið, sum snýr seg um, at kvinnur skulu kunna hava sjúkrafráveru við løn hvønn mánað, tá tær hava mestruatión. Ætlanin er, at staturin og ikki arbeiðsplássi skal betala fyri hesar sjúkradagarnar. Lógaruppskotið skal tó til viðgerðar, áðrenn tað gerst veruleiki, og roknast kann við, at tað ganga nakrir mánaðir, áðrenn uppskotið fer til avgreiðslu. Hetta veit tíðindastovan AFP at siga.

Í morgunsendingini skiftu Sólja Petersen og Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, orð um evnið.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, veitsla í Oslo, kapping
16-01-2026
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026
Veðrið, hondbóltur og arkitekturur
12-01-2026
Veðrið, nýggjárskonsert og kapping
09-01-2026
Veðrið, Heilbrigdi, Messan
08-01-2026