- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tá náttúran er sálarbót
31-05-2022
- At ganga einsamallur í náttúruni er sum balsam fyri sálina, sigur Jens Jákup Hansen, sum einans hevur tjald, ryggsekk og upptøkutól við á sínum drúgvu túrum í Føroyum.
- Ikki at hugsa um hvørki klokku, arbeiðið ella sosialar miðlar og bara ganga úti í fjøllunum er sum balsam fyri sálina.
Orðini eigur Jens Jákup Hansen.
Javnan ger hann túrar úti í náttúruni, har hann bert hevur tað mest neyðturviliga við sær: Eitt tjald, ein ryggsekk og aloftast eisini eitt upptøkutól.
Og túrarnar dokumentarar Jens Jákup Hansen og leggur út á sín Facebookvanga, soleiðis at onnur eisini kunnu fáa gleði av hansara túrum úti í náttúruni.
Í morgunsendingini greiðir Jens Jákup Hansen frá, hvussu gott tað er fyri seg at gera slíkar túrar, og hvat hann fær burturúr.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroya søga, veðrið, ævisøguskriving, prestur skrivar barnabók og føroysk luttøka í MGP
06-02-2025
Veðrið, liðleiðari til útlendskt felag, lesaravirðislønin 2025 og paragraff 216 í revislógini
05-02-2025
Søgutáttur, veðrið, skrivikapping og mentanarvika í Runavík, rørsla á arbeiðsplássinum, Tweed & Hyenas, føroysku filmur
30-01-2025
Veðrið, børn spæla minni í dag, krabbameinsskráin, bók um Hvannasunds kirkju
23-01-2025