Góðan morgun Føroyar

Gentukamarið er eitt popp-horror-dreymaspæl
13-09-2022
Seint á kvøldi rýmir ein kvinna frá síni egnu tilveru heim aftur til tryggu karmarnar í barndómsheimi sínum - til gentukamarið við blómuta tapetinum.

Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella ein skotgrøv?

Hetta er karmurin um søguna hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs í nýskrivaða leiki hennara, Gentukamarið, sum í hesum døgum verður sýndur á Tjóðpallinum.

 

Gentan, í gentukamarnum, saman við veruni" (Mynd: Finnur Justinussen/Tjóðpallur Føroya)

 

Viðger viðkomandi lívsins spurningar
Umframt at vera ein søga um eitt kollsiglt hjúnalag, eina uppgerð við fortíðina, og leitanina eftir tryggleika, viðger leikurin eisini grundleggjandi og viðkomandi spurningar um kynssamleika og broytta leiklutin hjá kvinnum og monnum í dagsins samfelag.

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur áður roynt seg sum leikritahøvund, og sýndi Tjóðpallurin í 2014 væl umtókta leik hennara, Tóm rúm, ið snýr seg um familjuna og rúmini í húsinum, og um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.

 

Marjun Syderbø Kjældnes hevur skrivað leikin (Mynd: Finnur Justinussen/Tjóðpallur Føroya)

 

Rúmið er afturvendandi hjá Marjuni

Í 2020 stílaði Tjóðpallurin fyri eini serstakari verkætlan, har høvundar, leikarar og leikstjórar framleiddu sokallaðar koronologar á palli og á filmi, og skrivaði Marjun í hesum sambandi tveir av koronologunum, ið kallaðust: Kassabilurin og Dukkuvognurin.

Afturvendandi tema í leikverkunum hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs er rúmið, og tann týdningur og ávirkan rúmið og tingini í hesum rúmi, hava, og setur hetta eisini sín stóra dám á nýggja leikverk hennara.

 

Gentukamarid

Videobrot frá fyrireikingunum til Gentukamarið (Kelda: Tjóðpallur Føroya)

 

Leikstjóri er danska Anne Zacho Søgaard, sum nevnir leikin eitt "popp horror dreymaspæl" - tí eins og hjá Strindberg verða tey mongu løgini í søguni flættað saman á pallinum í eini samanrenning av sjangrum frá horror og drag til skemt og poesi.

Marjun Syderbø Kjælnes hevur skrivað leikin, og atgongumerki kunnu keypast HER

Kelda: Tjóðpallur Føroya

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026
Prát og veðrið
20-05-2026
Met á Tórsvølli og stjórnarsamráðingar í Danmark
19-05-2026
Prát og veðrið
19-05-2026
Nýggj bíbliutýðing, Hallur Holm renning
18-05-2026
Prát og veðrið
18-05-2026
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026
Skipari í Miðeystri, gyrðislop
12-05-2026
Prát og veðrið
12-05-2026