- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

8. mars í ár hittust nakrar kvinnur í Sunda kommunu.
Tær samdust um at seta sjóneykuna á kvinnurnar í bygdunum. Hetta var spírin til bólkin, Kvinka.
Í samband við mentanardagar í Sunda kommunu hava tær gjørt eina framsýning, sum eitur Gerandishetjur úr Hvalvík og Streymnesi.
Talan er um eina framsýning, ið fortelur søgur hjá kvinnum úr Hvalvík og Streymnesi.
Fyriskipararnir hava tosað við kvinnur og skrivað teirra søgur.
Eisini hava tær biðið døtur og ommudøtur skriva okkurt um ommurnar ella mammurnar.
- Vit vilja fegin fáa niðurskrivað søgurnar hjá so nógvum sum gjørligt, tí allar søgurnar eru áhugaverdar og siga nógv um tíðina, hesar kvinnur hava livað í, siga Ingibjørg Egholm og Ebba Marianna Joensen.
