Góðan morgun Føroyar

Ókeypis bind á Skála
14-09-2022
Við íblástri úr Skotlandi, har bind og tampongir nú vera ókeypis á øllum almennum stovnum, letur handilin Skálin á Skála ókeypis bind til viðskiftafólk.

Hugtakið menstruatiónsfátækradømi er kanska nýtt hjá fleiri, men tað er hetta, ið liggur aftan fyri avgerðina, sum skotska tjóðartingið tók í farna mánað.

Tað leggur upp til at kvinnur hava rætt til ókeypis menstruatiónsvørur, soleiðis at tær ikki skulu hugsa um, hvørt tær hava ráð til hesar. Eisini snýr tað seg um at beina burtur tabu og stigma viðvíkjandi menstruatión yvirhøvur.


Henda mynd var at síggja á facebookvanganum hjá Skálanum - handilin á Skála

Leiðarin í handlinum Skálin á Skála helt hetta vera eitt gott hugskot og setti seg tí í samband við eigararnar við tí fyri eyga at fáa loyvi til at geva viðskiftafólkunum ókeypis bind og fekk játtandi svar. Tí ber nú til at fáa ein pakka av Rema 1000 bindum ókeypis, um tú vitjar handilin. Samstundis gjørdu eigararnir av at taka vinningin av øðrum bindum, so tey eisini vera bíligari.

- Hetta er avgjørt fyri at stimbra kjakið í Føroyum, tí vit kundu gjørt tað sama her, sigur leiðarin Jakob Lind Jakobsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Met á Tórsvølli og stjórnarsamráðingar í Danmark
19-05-2026
Prát og veðrið
19-05-2026
Nýggj bíbliutýðing, Hallur Holm renning
18-05-2026
Prát og veðrið
18-05-2026
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026
Skipari í Miðeystri, gyrðislop
12-05-2026
Prát og veðrið
12-05-2026
Ergoterapi í fólkaskúlanum og velting í Sjóvar kommunu
11-05-2026
Prát og veðrið
11-05-2026