Góðan morgun Føroyar

Eitt umfatandi arbeiði
14-09-2022
Veðurlagsbroytingar, heilsustøðan í havinum og tap av lívfrøðiligum margfeldi standa ovaliga á listanum hjá Burðardyggum Vinnulívi

Við árslok 2020 fóru 12 føroyskar fyritøkur undir eitt átak, ið tey nevna Burðardygt vinnulív. Endamálið við hesum felagsskapi er at menna burðardyggar mannagongdir við serligum atliti at trimum ítøkiligum avbjóðingum, nemliga veðurlagsbroytingum, heilsustøðuni í havinum og tapi av lívfrøðiligum margfeldi.

Nú tey hava verið í gongd við arbeiðið í eina tíð, er fyrsta frágreiðingin komin. Greitt er, at arbeitt hevur mest verið við fyrstu avbjóðingini - veðurlagsbroytingum, og allar fyritøkurnar kunnu vísa á úrslit, ið venda rætta veg.

 

 

Men hvussu kunnu flutningsfyritøkur, framleiðarar og bankar til dømis samanberast?

- Vit hava gjørt nakrar arbeiðsbólkar, sum hava arbeitt upp á tvørs av problematikkinum, og vit hava eitt revisiónsfirma við, sum hjálpir okkum at geva virðini upp á sama hátt, tí vit eru so ymisk, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

- Hetta hevur givið okkum eina breiða vitan um, hvussu tað sær út hjá teimum ymisku fyritøkunum, leggur hann afturat.

Nógv er at arbeiða við, og longu nú er sett út í kortið, at arbeiðast skal meira við hinum báðum økjunum næsta árið, samstundis sum arbeiðið við veðurlagstrupulleikanum heldur fram.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026
Prát og veðrið
20-05-2026
Met á Tórsvølli og stjórnarsamráðingar í Danmark
19-05-2026
Prát og veðrið
19-05-2026
Nýggj bíbliutýðing, Hallur Holm renning
18-05-2026
Prát og veðrið
18-05-2026
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026
Skipari í Miðeystri, gyrðislop
12-05-2026
Prát og veðrið
12-05-2026