- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið sigur sína hugsan
16-09-2022
Er ein húsarhaldsskúli aktuellur í dag? Var kjólin hjá Helle Thorning-Schmidt ov niðurringaður? Og skal Sandoyggin upp í Tórshavnar kommunu?
Hesi eru evnini, sum tey trý, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Ólavur Jóannesarson Hansen og Jóngerð Nielsen, siga sína hugsan um.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500