Góðan morgun Føroyar

Allir fuglar í Føroyum eru við
28-09-2022
Eitt arbeiði, sum byrjaði í 2007, er loksins liðugt, og Silas Olafsson og Jórun Pólsdóttir standa nú við bókaverkinum 'Fuglar okkara' í hondini.

Í bókaverkinum eru trý innbundin bind umframt eina fikkubók, sum til ber at hava við sær, tá fólk fara út í náttúruna og vilja vita meira um onkran hissini fugl.

- Her eru 348 fuglar í bókini, og tað eru allir teir fuglar, sum eru skrásettir í Føroyum. Eg byrjaði við hesum arbeiðinum í 2007 og tíggju ár seinni kom Jórun uppí, sigur Silas Olafsson.

Nærum allar myndirnar eru tiknar í Føroyum, men nakrar heilt fáar eru læntar aðra staðni frá, tí onkrir fuglar hava vitjað so sjáldan, at góðar myndir ikki eru at skaffa.

- Tá er gott at hava fuglaáhugaðar vinir kring heimin, leggur Silas afturat.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Tabor kórið 25 ár, Elinborg og Eivør á konsertferð
30-10-2025
Veðrið, femininitetur í tinginum, átaksleiðari heiðraður
29-10-2025
Vónbjørt Vang, veðrið, poddar um ADHD, haruveiða
28-10-2025
Veðrið, HFS 50 ár, vakrir seyðir
27-10-2025
Veðrið, kapping og hugleiðingar um MTV
24-10-2025
Ráðið fyri ferðslutrygd, veðrið, fjallabjargarar og bilar um veturin
23-10-2025
Veðrið, nikotin og tey ungu, flogmýs í Føroyum
22-10-2025
Veðrið, føroyskur dansur
21-10-2025
Hoyr alla sendingina
20-10-2025
Veðrið, sløkkja fartelefonina saman, kapping í almennari vitan
17-10-2025
Veðrið, altjóða matardagur, Mett fyri minni
16-10-2025
Veðrið, mynd og fingramerki á flogvøllinum, føroyingur fingið starv í størstu fyritøku í India
15-10-2025