Góðan morgun Føroyar

Harurnar skulu aftur skrásetast í ár
02-11-2022
Eins og undanfarin ár, ætlar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at savna inn hagtøl um haruveiðuna í ár á www.haran.fo

Eyðfinn Magnussen hevur tey seinastu tíggju árini savnað inn hagtøl um haruveiðuna í Føroyum, og aftur í ár er ætlanin at fáa hagtøl til vega. Men har er ein trupulleiki. Hvørt ár gerst tað alsamt truplari hjá Eyðfinni at fáa fatur á hagtølunum, hóast tað er rættiliga einfalt at skráseta tølini í skipanini á heimasíðuni haran.fo.

 

Leystliga mett eru um 15-20.000 harur í Føroyum og hvørt ár verða millum 7-9.000 harur skotnar.

 

Tá harutíðin er liðug, 31. desembur, er tað vanliga bara ein triðingur av øllum túrunum, sum eru skrásettir. Og tað hevur merkt, at Eyðfinn Magnussen hevur brúkt ein stóran part av síni frítíð upp á at fáa fatur á tølunum og eisini ringja til eini 200-300 fólk fyri at kunna skráseta haruveiðuna. Men nú er nóg mikið - frágreiðingin fyri haruárið í ár verður bara gjørd út frá teimum tølunum, sum fólk upplýsa inni í skrásetingarskipanini, www.haran.fo.

 

 

- Eg vóni at tey sum skjóta háru, fara at skráseta veiðuna, tí hetta eru sera týdningarmikið fyri at fáa vitan um harustovnin, sigur Eyðfinn Magnussen, harumaður og lívfrøðingur.  

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026