Góðan morgun Føroyar

Tosa um um kynslív, parlag og føðing
10-11-2022
- Vit tosa um alt tað, sum onnur kenna til, men ikki tora at nevna fyri øðrum, siga Laila Neshamar og Marin Jakobsen, sum hava gjørt nýggja poddvarpsrøð.

Familjulív, parlag og sex.

Hetta er nakað av tí, sum tær báðar Marin Jakobsen og Laila Neshamar tosa um í nýggju poddvarpsrøðini Krákan og grísurin. Ein poddur við einum nýggjum parti hvørja viku.

- Vit halda, at tað manglar ein poddur, har mann hoyrir um alt tað, ið mann sum ung mamma kann uppliva. Tá finnur mann eisini útav, at mann er ikki tann einasta við ávísum hugsanum ella kenslum, sigur Marin Jakobsen, sum eins og Laila Neshamar júst nú er í barnsburðarfarloyvi.

Í poddvarpsrøðini leggja tær seg eftir at tosa um nógv av tí, sum flest fólk kenna til, men ikki tora at seta orð á.

- Eitt nú hava vit havt føðiupplivingar, sum gingu alt annað enn væl, og tað er nakað, vit ætla at tosa um, sigur Laila Neshamar. Og longu nú er greitt, hvat evnið verður í poddinum í næstu viku.

- Vit fara at práta um porno, og so fáa vit eisini ein mann inn at siga sína hugsan um porno, sigur Marin Jakobsen.

Í morgunsendingini fortelja Marin og Laila um hugskotið og tankar, sum liggja aftan fyri nýggju poddvarpsrøðina.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Søgutáttur, veðrið, KFUM og K skótar, Bjarki Hansen, Margarsquad
24-04-2025
Veðrið, djóralæknin
23-04-2025
Nýggj útvarpssending, veðrið, felagskirkjulig gudstænasta og skemtarar á pall.
22-04-2025
Veðrið, Ovasavnið í Nólsoy, Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og filmurin um sluppuna Verdandi
16-04-2025
Veðrið, Listaljóð og sjúkrarøktarfrøðingar hittast aftur
14-04-2025
Veðrið, tarasnapsur, kapping, lundaframsýning, sangskriving
11-04-2025
Veðrið, søgutáttur, vinur mín í vínlandi, útilív, føroyskur filmur
10-04-2025
Veðrið, z-ættarliðið í ferðsluni, fólkavøkstur, góði formurin
09-04-2025
Veðrið, partabrøv, kjattbottur, sorgarbólkur
08-04-2025
Veðrið, loppurnar, forkvinnan í MEGD
07-04-2025
Veðrið, stuttligar søgur um børn, Visit Faroe Islands, kapping og Danny and the Veetos
04-04-2025
Veðrið, ungur røktingarmaður, Skúvoy, Sement 2025, søgutáttur
03-04-2025